Tá KÍ sunnudagin fer á vøllin í Fuglafirði verður tað við nýggjum høvuðsstuðli og sniði á búnanum.
Í hesi vikuni verður seinasta hond løgd á nýggja KÍ búnan, sum verður klárur til sunnudagin, tá KÍ spælir fyrsta landskappingardystin í Fuglafirði móti ÍF. KÍ hevur fingið serliga ”V’ið” aftur á búnan, sum eyðkendi KÍ búnan í gomlum døgum, tá liðið vann nógv og myndaði toppin í føroyskum fótbólti. Og á bringuni er nýggjur høvuðsstuðul, nú JFK prýðir KÍ búnan.
Myndina hevur Grafia uppsett og er av landsliðsleikaranum og toppskjúttanum hjá KÍ seinastu árini, Páll A. Klettskarð, í nýggja KÍ ”V” búnanum við JFK á bringuni og skipum og Kósa virkinum hjá JFK í baksýninum.




