Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

JFK-Open 2017 í Klaksvík

Tíðindaskriv

Stór badmintonkapping verður komandi vikuskifti í Klaksvík.

Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3 hildin í Klaksvík.  Hetta er ein stór kapping har uml 190 leikarar koma at luttaka. Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17.  Sunnudagin kappast vaksin A,B og C har eisini fleiri ungir leikarar eru við.

Leygardagin verður kappast  í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Har eru 10 bánar tilsamans, so í Klaksvík eru góðar umstøður. Byrja verður kl 09:00 og hildi á til uml 20:00. Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini, byrja verður sunnudagin kl 13:00 og hildi verður á til kl uml 19:00. Tað er Klaksvíkar badmintonfelag sum er vertir fyri hesu kapping, sum verður stuðlað av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017.

Turnerings planen er her 

Her  er kappingarskrá og kann ein fylgja við her hvussu gongur hjá leikarunum. Men øll eru eisini sjálvandi meir enn vælkomin í hallirnar at síggja leikarnar kappast og heppa teir.  Tað kostar einki og kaffe og annað er ókeypis.