Síðani J.F.K. saman við øðrum keypti Roykivirkið Pure Water, hevur J.F.K. átt 25% av partapeninginum.
Hanus Hansen, stjóri á J.F.K. sigur, at samráðingarnar við Pure Water eru ikki liðnar enn og J.F.K. hevur tí ikki keypt Roykivirkið. Men samstundis váttar Hanus Hansen, stjóri, at J.F.K. liggur í samráðingum við Pure Water um yvirtøku av felagnum.
Samarbeiða
Líka síðani Roykivirkið var keypt frá Julius Johannesen á sinni, hevur eitt ávíst samarbeiði verið ímillum Kósina og Roykivirkið.
Roykivirkið hevur spesialiserað seg í at viðgera laks og eisini at framleiða fiskavørur í smápakkningi og royking. Framleiðslur, sum Kósin ikki hevur lagt dent á.
Tá samráðingarnar við Pure Water ikki eru liðnar enn, kundi Hanus Hansen, stjóri av góðum grundum ikki upplýsa meira, men hann sigur, at talan er um at yvirtaka meirilutan í felagnum, um so er at tingingarnar bera á mál.




