Mikudagin í komandi viku verður nýggi Skálaberg handaður JFK-Trol.
Hóast JFK ikki hevur havt somu leiðslu, síðani Jógvan Fr. Kjølbro sáli legði lunnar undir felagið, so kann tó sigast, at hetta nýggja skipið er 5. Skálaberg hjá felagnum.
Fyrsti trolarin varð keyptur í 1933 ella júst fyri 70 árum síðani og var hetta ein kolfýrdur trolari.
Sigast má, at framgongdin hevur verið sera stór hesi 70 árini tøkniliga, tí hesir báðir Skálaberg, hann frá 1933 og hesin frá 2003 kunnu als ikki samanberast.
Nógv hevur verið tjakast um manna millum hesa seinastu tíðina, um tað var rætt av felagnum at byggja nýtt skip júst nú, tíðirnar ikki sýnast at vera tær allar bjartastu.
Men um vit hyggja eftir søguni, so mundi tað helst vera eitt váðaverk, sum vit ikki hava sæð síðani, tá Kjølbro saman við Chr. Holm keypti Skálaberg í 1933, tí 30 árini royndust júst av teim ringastu í nýggjari tíð.
Tað skal ein sterkur ryggur til at koma við einum nýggjum trolara í hesum døgum, ført kann kanska vera fram, at JFK ikki longur er eitt einmansvirkið, sum tað var í 1933 har Jógvan Fr. Kjølbro sjálvur stóð við endan.
Men hinvegin er tað helst ongin sum situr við leiðsluni av einum slíkum felag, sum ikki kennir tað sum eitt stórt persónligt tap, um so er at tær íløgur ein ger ikki bera ávøkst.
Fyri samfelag okkara hevur tað alstóran týdning at tað eru menn, sum tora at taka tøk.
Vit fara við hesum at ynskja JFK-Trol hjartaliga tillukku við nýggja flaggskipinum.




