Týsdagin tann 7. oktober byrjar JFK 2nd Klaksvík International talvkappingin, sum verður telvað í Skálanum, har eisini ein sterk føroysk unglingakapping verður millum 6 av okkara frægastu ungu telvarum.
Við Rana Nolsøe á odda hava fyriskipararnir av JFK 2nd Klaksvík International nú eisini sett saman eina sterka føroyska unglingakapping, sum verður telvað samstundis sum IM-talvkappingin fer fram.
Luttakararnir í unglingabólkinum í IM kappingini í Klaksvík verða:
1. Rani Baldurson
2. Rógvi Mortensen
3. Rógvi Dragaberg
4. Jákup D Joensen
5. Helgi Ziska
6. Sjúrður Thorsteinsson
Hjá unglingunum verður 1. virðisløn 1500,- krónur.




