Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

J&K Petersen hevði lægsta boð

FSF

Mánadagin var lisitatión uppá at byggja nýggjan fyrisitingarbygning við Tórsvøll. J&K Petersen hevði lægsta boð og bjóðar seg fram at gera bygningin fyri 30,5 mió. Krónur

Mánadagin var lisitatión uppá at byggjanýggjan fyrisitingarbygning við Tórsvøll. J&K Petersen hevði lægsta boð ogbjóðar seg fram at gera bygningin fyri 30,5 mió. Krónur

 

Innkomu trý tilboð at gera arbeiðið íhøvuðsarbeiðstøku, meðan tilsamans tíggju tilboð komu at gera arbeiðir ífakarbeiðstøku. Og tá avtornaði hevði J&K Petersen lægsta boð at geraarbeiðið í høvuðsarbeiðstøku. Boðið hjá J&K Petersen var 30,5 mió. krónur,sum er nakað lægri enn kostnaðarmetingin, sum ljóðaði uppá 33,1 mió. krónur.Næstlægsta boð átti Búsetur, sum bjóðar seg fram at gera bygningin fyri 34,2mió. krónur, meðan Articon hevði hægsta boð. Articon kann gera bygningin viðTórsvøll fyri 35,3 mió. krónur.

Tilboðini verða nú kannað viðsáttmálasamráðing fyri eyga. Eftir ætlan skal nýggja FSF-húsið verða klárt attaka í brúk um eitt ár.

Bygningurin, sum er 3. byggistig at dagføra Tórsvøll,og fyrsta byggistig at fáa øll áskoðaraplássini við vøllin undir tak, verður ítrimum hæddum. Umframt at hýsa virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya á ovastuhædd, verða 900 áskoðarapláss í bygninginum, sum verða undir taki, og í niðastuhæddini er ætlanin at hava kafé ella okkurt líknandi. Miðhæddin verður í fyrstuatløgu ikki innrættað.

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna,sum í felag standa fyri at útbyggja Tórsvøll.

Harleywoodpaint