Joan Bláfoss gjørdist nr. 7 til HM í triahlon á longum teini – og heimsmeistari í liðkappingini.
Í dag luttók Joan Bláfoss í HM í triathlon á longum teini. Teinurin var 4 km svimjing, 120 km súkkling og at enda 30 km renning. Tá ið avtornaði kom Joan í mál á einum flottum 7. plássi, og við hesum sjeyndaplássi kann Joan eisini kalla seg heimsmeistari í liðtriathlon. Hon og hennara donsku liðfelagar, Charlotte Kolters sum bleiv nr. 2 og Ann Banke ið bleiv nr. 11, vunnu gull í liðkappingini, frammanfyri kvinnurnar úr Hollandi ið endaðu sum nr. 2.
“Eg eri sera fegin um hetta sjeynda plássi, tí hetta var eitt sterkt felt við nógvum góðum kvinnum. Eg hevði sett mær sum mál at koma inn í top 10, og tað náddi eg og eri sjálvandi sera fegin. At vit so eisini vinna gull í liðkappingini er fantastiskt. Vit arbeiddu hart fyri tað í dag, og tað er jú altíð stuttligt, tá alt tað harða arbeiði, sum ikki bara er í dag, men eisini venjingin og fyrireikingarnar, løna seg, ” segði Joan eftir kappingina.




