Jóan Símun Edmundsson sigur, at hann innanfyri ein mánað hevur tikið støðu til, hvar hann leikar í 2014. Men málið er at halda fram uttanlanda.
– Eg vænti, at ein avgerð verður tikin tann næsta mánaðin, hvar eg spæli næsta ár. Tað er trupult at siga, um tað verður í Føroyum ella uttanlanda. Men mítt ynski er avgjørt at halda fram uttanlanda, sigur Jóan Símun Edmundsson í stuttari viðmerking við Norðlýsið.




