Um vikuskifti spældi Vejle venjingardyst.
Um vikuskifti spældi Vejle venjingardyst.
Dysturin var á heimavølli móti Brabrand IF, sum spælir triðbestu deildini. Vejle vann dystin 4-0 og av teimum fýra málunum skoraðu føroyingar trý. Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 2-0, sum var hálvleiksstøðan. Í hálvleikinum bleiv Jóan Símun skiftur inn og hann skoraði bæði málini, sum komu í seinna hálvleiki. Av føroyingunum spældi Sonni Ragnar Nattestad fyrsta tíman, meðan Jóan Símun spældi seinna hálvleik, skrivar heimasíðan hjá Vejle Boldclub.




