Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóan Símun valdi AB

Jákup Ósá

Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt sáttmála við AB á Argjum fyri komandi hálva árið.


“Eg eri fegin um at vera komin heim til Føroya og glaður um at kunna spæla við AB”, sigur Jóan Símun við heimasíðuna hjá AB. “Ein av orsøkunum til at eg eri komin heim aftur er, at eg ikki havi fingið so nógva spælitíð uttanlanda. Nú vóni eg at sleppa at spæla nógvar dystir, og tað gleði eg meg til. Bill Mc Leod kenni eg frá tíðini hjá B68 og U21 landsliðnum, og at hann er venjari hjá AB gjørdi eisini sítt til, at eg havi ynskt at spæla við AB”, sigur Jóan Símun við AB heimasíðuna eftir at hann og Sjúrður Olsen frá FC Argjum høvdu undirskrivað sáttmálan.

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, er sera fegin um at hava gjørt sáttmála við Jóan Símun. “Hann meti eg vera besta føroyska áleypara í løtuni. Vit hava verið í samband við Jóan Símun eina tíð nú, meðan hann spældi í Noregi. Vit eru serliga fegnir um, at vit funnu eina føroyska loysn á álopspartinum. Eg vil vegna AB ynskja Jóan Símun vælkomnan í felagið, og vóna vit, at hann fer at eydnast væl”, sigur Sjúrður Olsen við AB heimasíðuna.


Mynd: ab.fo