8. februar vitjaði rithøvundurin, Jóanes Nielsen, á Føroya Handilsskúla í samband við føroyskt undirvísingina á skúlanum
Sum partur av útbúgvingini skulu allir flokkar í Føroyskum ígjøgnum nøkur høvðusverk, tvs. tey skulu lesa nakrar heilar skaldsøgu ella nøkur líknandi verk. Pauli Guðjonsson, ið er føroyskt lærari hjá fýra flokkum á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, hevur saman við flokkum sínum arbeitt við skaldsøguni Glansbílætasamlararnir eftir Jóanes Nielsen, sum kom út í 2005.
Fyri at seta serligan dám á hetta prosjektið helt Pauli, tað hevði verið áhugavert at fingið rithøvundin sjálvan at greitt eitt sindur frá tilveruni sum rithøvundur og kanska komið eitt sindur inná seinasta gjøgnumgingna verkið.
Jóanes Nielsen, sum fyrr hevur vitjað miðnámsskúla til líknandi høvi, men ikki hevur gjørt nógv við tað ta seinastu tíðina, játtaði at koma, tá Pauli spurdi hann um tað.
Inni í dubult-skúlastovuni, ið var nýtt til høvið, sótu umleið 50 næmingar úr 2HH og onnur áhugaði. Tað var nærum so stilt sum í kirkjuni tá Jóanes kom inn. Eyðsæð var, at næmingarnir vóru spentir til at hoyra rithøvundin greiða frá sínum lívi sum rithøvundur o.ø.
Jóanes Nielsen legði út við at lesa upp nýggju yrkingina Brent myrkur, ið enn ikki er komin á prent. Hann byrjaði soleiðis: “Umsíðir forbarmaði Gud seg yvir neytini, sendi sín einborna til Onglands, hesaferð í tarvaskapi…”.
Hareftir byrjaði hann at greiða frá, hvussu hann gjørdist rithøvundur og hvussu hann hevur arbeitt sum høvundur. Í hesum sambandi fortaldi Jóanes nakrar stuttligar søgur ella hendingar úr lívi sínum: Tá høvuðsstaður okkara, Tórshavn, í 1970’unum var ein býur, ið var alt ov fátækur í úttrykkum – har var antin sekterisma ella dundrandi fyllibyttur – so læt Jóanes seg krossfesta á Vaglinum sum protest móti okkara fátæka úttrykki. Hetta var eitt drama; hetta var eitt øðrvísi úttrykk.
Jóanes Nielsen tosaði um føroyskan skaldskap, og skaldskap yvirhøvur, og segði hann m.a. sum svar til spurning viðv. sex-senunum í bókini, at tað var Høgni av Heiði, ið presenteraði fisuna í tann føroyska skaldskapinum við teirri framúr skaldsøguni “Tað heita summarið”. Men um vit halda, at Glansbílætasamlararnir er ein grov bók, so sigur Jóanes, at samanborið við annan útlendskan skaldskap, so eru tær grovu senurnar í hansara bók reinar vøggusøgur afturímóti.
Seinni kom hann eisini inná, hvussu Glansbílætasamlararnir blivu til sum skaldsøga, tá hann í longri tíð hevði hugsað um langurnar hjá fleiri av næmingunum, ið byrjaðu í fyrsta flokki í Skt. Frans Skúla í 1959 á tragiskan hátt mistu lívið. Í samband við eina poesiráðstevnu í Makedonia, sum hann luttók á, tók hann í eini handavending noturnar, sum hann hevði gjørt, við sær í skjáttuna. Hann gjørdi av at steðga eftir har í eina tíð har skaldsøgan varð myndað.
Næmingarnir á Handilsskúlanum høvdu evnað fleiri spurningar til Jóanes, sum teir fingu høvið at spyrja, tá rithøvundurin var liðugur at greiða frá. Jóanes dugdi væl at lofta spurningunum og greiddi hegnisliga frá soleiðis at næmingarnir tóktust at fáa fullfíggjað svør uppá ivamál o.a.
Andin var góður og vórðu nógv spennandi viðurskifti umrødd bæði tá talan er um umrøddu skaldsøguna og eisini meir alment um skaldskap og rithøvundatilveruna.
Eftir framløguna og spurnarløtuna vóru bæði næmingar og Jóanes Nielsen samd um at løtan var kveikjandi og áhugaverd. Fleiri næmingar tóku til endans av møguleikanum at fáa teirra eintak av Glansbílætasamlararnir signeraða.




