Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Bjartalíð næstflest upplegg í Effodeildini í ár

Jákup Ósá

Ungi KÍ miðvallarleikarin hevur havt eitt framúrskarandi fyrsta kappingarár í Effodeildini.

3 upplegg og 2 mál bleiv tað til í seinasta dystinum í landskappingini hjá 19 ára gamla Jóannes Bjartalíð, sum hevur spælt í bestu deildini fyri fyrstu ferð í ár.

Góði endaspurturin hjá Jóannes gjørdi, at hann bleiv leikarin, ið legði upp til næst flest mál í Effodeildini í ár. Tá Jóannes eisini skoraði 8 mál í ár, so skoraði ella legði hann upp til samanlagt 22 mál í ár. Hann hevur spælt í 2061 minuttir og tað svarar til, at hann brúkar 93,7 minuttir um at skora ella leggja upp til mál.

Upplegg 2015

Topp 4

1. Hans Pauli Samuelsen 18 upplegg

2. Jóannes Bjartalíð 14

3-4. Magnus H. Olsen 13

3-4. Rógvi Joensen 13