Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð skal spæla steypafinalu í Norra

Jákup Ósá

Fredrikstad vann uppá brotssparkskapping í hálvfinaluni móti KFUM í gjár.

Jóannes Bjartalíð kom inn í hálvleikinum í einum dysti, sum eftir 120 minuttir endaði 0-0. Tí skuldi brotssparkskapping til, har Jóannes Bjartalíð var ein av teimum, sum skoraðu. Umframt klaksvikingin, so eru Brandur H. Olsen, sum eisini var innskiftur og skoraði brotsspark, og Elisabet Vang, kropsligur venjari, í hópinum.

Finalan verður móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 7. desember.