Á fundi hjá leiðsluni í B36 í morgun var samtykt at seta Jóannes Jacobsen sum høvuðsvenjara hjá B36 komandi kappingarár
Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, sigur í viðmerking at teir eru sera fegnir um at tað bleiv ein føroysk loysn.
-Jóannes er settur sum høvuðsvenjari og tað er eingin loyna at hetta er ein loysn sum vit í leiðsluni eru sera fegnir um.
– Tá tað varð greitt at Ian ikki fór at halda fram í ár, kontaktaðu vit beinanvegin Jóannes tí vit mettu hann hava kvalitetir sum hóska sera væl til B36. Vit hava nú havt útlendskar venjarar og tí var tað eisini ein málsetningur hjá okkum at fáa eina føroysk loysn.
Nýggjur hjálparvenjari
Umframt Jóannes Jakobsen er Magni Mohr settur sum hjálparvenjari sum burtur av kemur at hava ábyrgd av kroppsligu venjingini hjá leikarunum.
– Mangi Mohr hevur ítróttaútbúgving við serligum atlitið til kropsliga venjing, og vit mettu tað hava týdning at hava ein mann sum sjálvstøðugt kemur at fylgja við kropsliga venjingarstøðinum hjá hópinum og tí einsstaka leikaranum. Magni hevur eisini verið kníttur at italienskum fótbóltsliði umframt at hann eisini hevur loyst uppgávur í samband við føroyska landsliði.
Nýggir leikarar
Formaðurin í B36 sigur við Norðlýsið at leikarahópurin hjá B36 verður ikki kunngjørdur fyrr enn i januarmánaða, men hann kundi vátta at teir í løtuni leitaðu eftir onkrum styrki til felagið.
Vit eru annars nøgdir við hópin hjá B36, og tá hann verður almannakunngjørdur eru vit sannførdir um at hann verður enntá betri enn hópurin vit høvdu í ár, í hvussu so er á papírinum.




