17 ára gamli vongurin skoraði næstan øll málini í KÍ stórsigrinum á MB í 1.deild í dag.
Í frálíku líkindunum var 1.deildarliðið hjá KÍ sera væl mannað til dystin móti botnliðnum MB. Ísak Simonsen, Jógvan Isaksen, Tórur Justesen, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen og Petur Andreasen hava antin royndir úr bestu deildini ella eru í Effohópinum hjá KÍ nú. Tískil var Kí stórfavorittur at vinna dystin og soleiðis bleiv.
Talan gjørdist um knúsandi 7-0 sigur til klaksvíkingar. Av teimum 7 málunum skoraði Jóannes K. Danielsen ikki færri enn 5 mál og var heilt stóri leikarin, meðan Eivin Sørensen skoraði hini bæði málini, har tað seinna var ein ordulig perla, sum hyggjararnir hjá FSF Varpinum kunnu gleða seg til at síggja. Sostatt hevur 1.deild hjá KÍ fult stigatal á heimavølli, men tapini á útivølli gera, at liðið liggur í miðjuni á stigatalvuni.




