Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes K. Danielsen skiftir til danskan fótbólt

Jákup Ósá

Nú er staðfest, at KÍ missir sín høgra bakk síðstu árini.

Jóannes K. Danielsen hevur gjørt sáttmála við Næstved, sum liggur á odda í triðbestu donsku deildini.

 

Jóannes K. Danielsen hevur verði settur í samband við danskan fótbólt síðsta árið og hann segði við við Norðlýsið eftir kappingina, at hann væntaði, at ein avgerð bleiv tikin um ársskiftið. Nú er tað so staðfest, at hann skiftir til eitt Næstved, sum liggur væl fyri at flyta upp í næstbestu deildina í Danmark.