Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes roynir at byggja seg uppaftur sum undirhaldari

Helgi Abrahamsen

Mitt í øllum, tá Jóannes Joensen í Leirvík var 28 ára gamal, sveik sálarheilsan. Nú er hann 45 ár, og hevur ikki mist vónina um at koma fyri seg aftur.

“Eg sakni onkuntíð lívið, sum eg hevði sum undirhaldari.” Tað sigur 45 ára gamli Jóannes Joensen úr Leirvík. Hann arbeiddi sum undirhaldari á sponskum hotellum seinast í 90-árunum, men eftir 4 ár í sponsku undirhaldsvinnuni sveik sálarliga heilsan. Hann mátti gevast, og hevur síðani roynt at fóta sær aftur. Í dag hevur Jóannes tað gott. Hann má framvegis taka heilivág hvønn dag, men annars er hann væl fyri, og nú er hann aftur klárur at undirhalda.

“Tað er nakað av tí sum vit brúktu at undirhalda gestunum við á sponsku hotellunum, sum eg kundi hugsað mær at traðka upp við í Føroyum,” sigur hann.

“Tey sum hava verið sunnanfyri í feriu kenna kanska nakað av tí aftur. Talan er um eini 40 ymisk sløg av undirhaldi, sum tey flestu kunnu vera við í,” sigur Jóannes.

Millum undirhaldini ið hann kann bjóða eru spøl, skemt, tónleikur og annað til allar aldursbólkar.

Berjir seg ígjøgnum sjúkuna

Hóast Jóannes Joensen hevur drigist við persónligar avbjóðingar seinastu 17 árini, so hevur hann roynt at bart seg ígjøgnum tað. Fyrstu tíðina royndi hann at arbeiða bæði við egning og onkuntíð á Høvdavirkinum, men tá var hann illa fyri, so tað gekk ikki. Men í 2004 eydnaðist honum kortini at fáa HF prógv á Kambsdali.

“Trupulleikin er, at eg klári ikki nóg væl at konsentrera meg, og nógvar nætur sovi eg ikki væl, og tað gongur útyvir arbeiðið,” sigur hann. Hann sær tí ikki so stórar møguleikar fyri, í verandi støðu, at hava eitt “vanligt arbeiði”. Tó droymir hann um at gerast meira virkin aftur sum undirhaldari.

Hann hevur av og á staðið á palli síðani hann bleiv sjúkur, bæði fyri børnum, til onkran føðingardag og til ymisk tiltøk. Tað hevur gingið væl, og hann vil nú royna at taka eitt stig longur tann vegin.

Vónar at fáa fullan førleika aftur

“Eg eri keddur av, at eg fekk sjúkuna. Hon hevur oyðilagt so nógv av mínum bestu árum. Eg var 28 ár, tá eg bleiv sjúkur, men summi fáa tað fyrri enn so,” sigur Jóannes.

“Eg vóni at blíva frískur aftur. Eg havi altíð verið trúgvandi og biði eftir at blíva ordiliga frískur,” sigur hann. Men fyribils noyðist hann at liva við sjúkuni.

“Fyrr royndi eg onkuntíð at lata vera við at taka medisin, men tað riggaði ikki væl,” sigur hann.

“Trupulleikin við medisininum er, at tað er so ósunt fyri kroppin, og tað hevur eisini nógv hjáárin við sær,” sigur Jóannes. Men hesum má hann liva við, men tað forðar honum ikki í at berja seg víðari fram á leið.

Tey fýra árini, tá Jóannes arbeiddi í Spania, arbeiddi hann bæði sjálvstøðugt og í bólkum. Arbeiðstíðin var 6 dagar um vikuna og hvør arbeiðsdagur mundi liggja um 9 tímar. Hann var í Spania einar 6 – 7 mánaðir hvørja ferðina.