Fríggjadagin 7. mars kl.17.00 letur upp listaframsýning í Leikalund.
Tað er Jóannes S. Hansen úr Saltangará sum sýnir fram.
Jóannes hevur mála í mong ár og sýndi hann fram fyrstu ferð í 1965.
Tað var í Runavík í kjallaranum hjá Karl Jóhan Hansen, har býráðið heldur til í dag.
Árið eftir, í 1966, sýndi hann fram í prentsmiðjuni Estra í Syðrugøtu. Tað var Stig Rasmussen sum stuðlaði undir og gav framsýningini heitið Ung List, og í 1967 var hann við á Ólavsøkuframsýningini í Tórshavn.
Tó hevur Jóannes serliga lagt seg eftir at sýna fram í Eysturoynni, m.a. eisini tí at hann hevur hildið at har hevur tørvur verið á tiltøkum, listini at frama.
Jóannes S. Hansen hevur eisini sýnt fram uttanlanda, nevnast kunnu: Egilstaðir í Íslandi, Haugesund í Noreg og Keypmannahavn, Randers og Mariager í Danmark.
Á framsýningini í Leikalund í Klaksvík, hevur Jóannes 25 nýggjar akrýlmálningar, sum eru málaðir í vetur.
Myndevnið er rættuliga nátúralistiskt, við denti á hvussu ymsu árstíðirnar, samdøgrið(Morgun, kvøld, vetur o.s.fr.) og dagligu ljóssamansetingarnar hátta sær.
<til ferniseringina sum verður fríggjadagin 7. mars kl. 17.00, fara Jóannes og Monika Stauss Joensen at spæla nøkur verk.
Nøkur orð verða eisini søgd, og okkurt leskiligt verður eisini at fðaa.
Ætlanin er at fáa eina hugnaliga løtu til ferniseringina.
Jóannes S. Hansen hevur annars havt kvøldskúla í 18 ár í Runavíkar Kvøldskúla í listamáling, har enda hevur við eini framsýning á hvørjum vári.
Jóannes S. Hansen spælir sjálvur klaver, orgul og harmoniku og er eisini kendur sum vertur í sendingini: Menuettin, sum sendir klassiskan tónleik, hvønn leygardag seinnapert í Útvarpi Føroya.
Framsýningin hjá Jóannesi S. Hansen verður at síggja í Leikalund allan mars mánaða.
Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðunum hjá Leikalund.




