Víkingur kunngerð í kvøld Jobin Drangastein.
Norðlýsið skrivaði sunnudagin, at Víkingur hevði styrkt seg við Jobin Drangastein. Tá var tað ikki váttað, men tað er tað nú. Víkingur skrivar soleiðis á síni heimasíðu:
Víkingur hevur undirskriva ein eitt ára sáttmála við stinna miðvallarleikaran Jobin Drangastein av Argjum.
Víkingur hevur leita eftir einum leikara til okkara miðvøll, nú Súni Olsen er givin í felagnum.
Jobin Drangastein hevur sína fótbóltsuppaling í AB. Hann er ein leikari, ið ikki sparir seg í nærdystunum, og Jobin gevur sær eitthundrað og tíggju prosent hvørja ferð. Víkingur er kent fyri sín stríðsanda, og tí kemur Jobin at passa væl inn í okkara hóp. Jobin hevur leikt 112 dystir í Effo-deildini og steypakappingini. Hann hevur skora 27 mál í vaksnamannadeildunum.
Jobin Drangastein hevur einans umboða barndómsfelagið AB, men spurdur um Víking, svarar hann, “Víkingur er eitt sera áhugavert felag, ið hevur verið við til at mynda toppin í føroyskum fótbólt tey seinastu mongu árini, og tískil eri eg sera spentur uppá, at fáa meg royndan í einum felagi við so góðum og royndum leikarum.”




