Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JOE LYNN TURNER AFTUR Í FØROYUM !

Tíðindaskriv

Tann 1. og 2. mai vitjar Joe Lynn Turner aftur í Føroyum. Hann kemur at hava tvær framførslur, eina í Reinsaríinum í Havn tann 1. mai, sum longu er útseld, og so eina í Atlantis í Klaksvík tann 2. mai. Í Klaksvík eru nøkur pláss eftir og kann bíleggjast umvegis heimasíðuna hjá Atlantis, www.atlantis.fo .

Lagt verður upp til eitt sera spennandi og hugnaligt kvøld har ein altíð sera vælupplagdur Joe Lynn Turner, sum er kendur frá Rainbow, Deep Purple v.m. kemur at spæla og syngja rock klassikarar frá sínum drúgva tónleikalívið.

Eisini verður høvi at seta viðkomandi spurningar til hansara drúgvu royndir innan rocktónleik.

Talan er um eina aukustiska framførðslu og at hjálpa sær við undirspælinum, hevur hann Eyðun Nolsøe og Graham Stewart, sum vit kenna frá Hjarnar.

Kom og njót eitt hugnaligt kvøld saman við Joe Lynn Turner, har m.a. STONE COLD, STREET OF DREAMS, HUSH, SMOKE ON THE WATER, KING OF DREAMS, CATCH THE RAINBOW, MOONDANCE
umframt fleiri onnur kend løg verða at hoyra 2. mai í Atlantis.

Meet and Greet
Í samband við An Evening With Joe Lynn Turner, sum verður á Reinsaríðnum í Havn, fríggjakvøldið 1. mai 2015 og í Atlantis, leygarkvøldið 2. mai 2015 – er møguleiki hjá teimum, ið hava ognað sær atgongumerki, at hitta John Lynn Turner aftaná konsertina.

Har verður høvi at heilsa uppá JLT, taka mynd saman við honum (við egnum fototóli/telefon) og eisini fáa autograf frá honum.

Tað verður avmarkað atgongd, bæði í Havn og í Klaksvík og tey, sum hava ynski um at hitta JLT, kunnu senda ein teldupost til símun@grafia.fo.

Tey, sum fáa møguleikan fyri at hitta JLT, fáa ein teldupost aftur hósdagin, sum tey verða biðin um at hava við til konsertina.