Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Joe & the S**tboys á Perlutorginum

Jóhann Lützen

Í morgin, leygardagin verða Joe & the S**tboys  á Perlutorginum

Aftaná at hava vunnið føroyameistarheitið í tónleiki (Ársins Navn á FMA) eru S**tboysanir endiliga aftur klárir at leypa runt á pallinum, sum var eldur í. Og vit tosa í morgin, leygardagin 13. Juni, kl. 21 á Perlutorginum.

Perlutorgið er plássið uttan fyri Reinsaríið og Perluna. Sjálvt um hann ikki lovar regn í morgin, so hevði tað ikki bilað, tí Perlutorgið er undir glasi. Og um øll ikki orka at dansa og hoppa alla konsertina, so bilar tað heldur ikki, tí vit hava júst fingið nýggjar beinkir, formaðir sum stabbagrót og gjørdir úr gamla gólvinum á Reinsarínum.

Komið og dansið til reyvprovokerandi løg sum “Drugs R’4 Kidz”, “Eat A** You F*****g Cowards” og spildurnýggja lagið ”The Reson for Hardcore vibes 2”.

Konsertin verður úti í frástøðu og við massar av spritti.

Harleywoodpaint