Fríggjadagin 11. mai kl. 14, verður almenn móttøka hjá Joel Cole Art í Mjørkadali. Hetta er í samband við, at hansara virksemið gerst partur av altjóða netverkinum Économusée -International. www.economusees.com
Tiltakið verður hátíðarhildið við frásøgn, rundvísing og einum brellbita í Barak 28, sum er Joel Cole´sa verkstað og gallarí.
Málið hjá Économusée netverkinum, er at tryggja, at siðbundið handverk verður ment, at kunnleikin um handverkið verður borin víðari, og at virksemi vendir sær í móti ferðavinnuni. Málið er eisini, at menn burðardygga ferðavinnu, við støði í handverkinum.
Fyri tveimum árum síðani varð farið undir at fyrireika at fáa Joel Cole Art við í netverkið Economusée. Joel Cole er træskeri og listamaður. Hann umboðar siðbundið handverk við sínum fakliga dugnaskapi, tilgongdini til listaverkini og tí nærlagni hann leggur í tað hann ger.
Joel leggur stóran dent á burðardygd og at bera kunnleikan um træarbeiðið víðari, bæði til fangar í arrestini, limir í Foundenhous og onnur, ið hava áhuga fyri hesum virksemi.
Tey, ið hyggja inn í træsmiðjuna og gallaríið fríggjadagin, fáa høvi at hitta handverkaran og hoyra hansara søgu um tilgongdina til hansara verk og lutir.







