Tað skuldi helst verið ein fyrimunur at lagt saman við Klaksvík og tí er ringt at skilja at Kommunan nú ger stórar íløgur aðrastaðni, sigur Jógvan A. Sørensen, bóndi, Mikladalur
Jógvan Andreas Sørensen er limur í staðbundnu nevndini á Mikladali og hann hevur ilt við at fylgja politikkinum hjá Klaksvíkar Kommunu, nú býráði samtykti at seta pening av til eitt røktarheim á Viðareiði.
– Eg havi sjálvandi einki ímóti viðingum og svíningum, men eg haldi at Klaksvíkar Kommuna fyrst eigur at syrgja fyri at menna tey økið, sum eru knýtt at kommununi áðrenn orka verður nýtt til at menna onnur øki.
– Vit hava tosað nógv um at skapt eina menning her á Kalsoynni, við m.a. at skapt nøkur arbeiðspláss og júst ein slík ætlan, sum nú skal fremjast á Viðareiði, hevði uttan iva havt stóran týdning.
– Eg haldi sjálvur at tað hevur gingið rættan vegin síðan við fóru upp í Klaksvíkar Kommunu og eg trúvi framvegis at tað var rætt at leggja saman.
– Men eg skilji ikki at tær kommunur í Norðoyggjum, sum hava valt ikki at leggja saman, skulu hava ein fyrimun av hesum.




