“Tá býráðsskrivstovan er opin, svevur borgarstjórin sín søta svøvn í USA.” Tað sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn, í einum lesarabrævi í dag.
“Tá býráðsskrivstovan er opin, svevur borgarstjórin sín søta svøvn í USA.” Tað sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn, í einum lesarabrævi í dag.
Jógvan Arge minnir á, at líka so væl sum borgarstjórin er valdur fyri 4 ár, so eru varaborgarstjórarnir tað eisini.
“Tað hevur verið vanligt, at tá borgarstjórin er burturstaddur, virkar varaborgarstjórin í hansara stað,” sigur hann og vísir á, at Heðin Mortensen plagdi at vera sera skjótur at seta seg í sessin hjá Jan Christiansen, tá hann var borgarstjóri.
“Jan var í dýrastu neyð av honum og tók eina ferð til, at bara hann fór á ves, so sat Mortensen í hansara stóli,” sigur Jógvan Arge.
Heðin Mortensen er í løtuni staddur á ST-aðalfundi í New York, og leygardagin segði hann við Norðlýsið (um Jógvan Arge), at ein maður sum er farin úr samgonguni kann ikki vera borgarstjóri.
Eitt er politikkur og annað er fyrisiting. Borgarstjórar eru – umframt at vera politiskir leiðarar – eisini leiðarar fyri fyrisitingini í býráðunum, og tí hevur Tórshavnar býráð ongan virkandi fyrisitingarleiðara í løtuni.




