Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Arge í Leikalund

Oliver Joensen

Í dag (fríggjadagin 29/11) vitjar Jógvan Arge, eins og undanfarin ár, og signerar nýggju bók sína.

Teir tóku land
Hendan sjeynda bókin í røðini "Teir tóku land" ger mest burtur úr føroyskum útróðri og flakavinnu í Grønlandi miðskeiðis í sekstiárunum.
Hesi árini fóru stórar broytingar fram, tí flakavirkið hjá Nordafar í Føroyingahavnini fór eisini at taka móti fiski úr Grátufjørðinum, báðum havnunum í  Ravnsoynni og Tovkussak.
Allir útróðrarmennirnir í hesum havnum løgdu um frá saltfiski til feskfisk. Hetta hevði aftur við sær, at nógvir fóru frá Samvinnufelag Fiskimanna, sum gavst at samskipa útróður Grønlandi.
Í 1964 stovnaðu saltfiskamenninir í Kangarssuk og Borgshavn sítt egna felag P/F Royndina, og árið eftir fekk Grønlandsfelagið eina nýggja røð av deksbátum til útróður í Føroyingahavnini.
Dentur verður í fleiri kapitlum lagdur á  at lýsa gerandisdagin hjá útróðrarmonnunum, og ein frásøgn er um kendasta føroyingin í Grønlandi eftir heimsbardagan, Johannes Larsen, sum var skipari á einasta grønlendska hvalabátinum.
Føroyingar sluppi ikki undan sorgarleikum í Grønlandi. Í bókini verður greitt frá, tá ein  føroysk genta, sum var kokkur í Grátufjørðinum, hvarv har í 1966. Hon spurdist ongantíð aftur.
Í 1964 vóru samráðingar um rættindi føroyinga í Grønlandi. Sáttmálin varð endurnýggjaður, men tað kom greitt til sjóndar, at grønlendingar sum fráleið sjálvir vildu hava sum mest av ágóðanum av fiskinum í grønlendskum sjógvi.