Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Arge uppsagdur av politiskum orðsøkum?

John William Joensen

Samstundis sum blaðmaður var settur í starv í Kringvarpinum varð Jógvan Arge uppsagdur og Kringvarpsstjórin rør nú uppundir at orðsøkin var at Jógvan Arge var aktivur í býráðspolitikki

Í samrøðu við Kringvarpsstjóran í tíðindasendin hjá ÚF í morgun kom fram at Jógvan Arge var m.a. uppsagdur tí hann var virkin í býráðspolitikki

Mentamálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Kringvarpinum at siga Jógvani Arge, úr starvi. Samstundis heitir Mentamálaráðið á Kringvarpið og  Jógvan Arge um at finna eina hóskandi loysn á málinum. Jógvan Arge varð uppsagdur tann 19.januar í ár. Hann kærdi uppsøgnina til Mentamálaráðið. Mentamálaráðið sigur seg ikki duga at síggja aðra orsøk til uppsøgnina enn sparing. Men sparingin hevði blivið størri, um Jógvan Arge hevði fingið tilboð um starvið sum journalistur, sum varð lýst leyst stutt undan uppsagnartilgongdini.

Mentamálaráðið finst eisni at leiðsluni í Kringvarpinum fyri tilgongdina í samband við uppsagnir av starvsfólki

Í morgun var so sjálvur Kringvarpsstjórin í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum, og hon vildi ikki vísa aftur at ein orðsøk til at Jógvan Arge varð sagdur úr starvið var at hann er virkin í býráðspolitikki.