Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Eliasen skrivar: Tíðindi frá Næraberg tann 15-06-2005: Nógv nýtt fólk við Nærabergi

John William Joensen

Summartíðina eru ofta nógv nýtt fólk við Nærabergi, og hetta summarið er einki undantak í so máta, skrivar Jógvan Eliasen

Hey øll heima.
Endiliga koma nakrar reglur frá Nærabergi. Frá álítandi keldum hava vit fingið at vita, at mangur kring um í Føroyum hevur kagað inn á portalin hjá Norðlýsinum fyri at frætta frá okkum umborð á Nærabergi – higartil uttan eydnu. Men her koma so nakrar linjur.

Royna í íslendskum sjógvi
Vit fóru av Klaksvíkini fyri eini góðari viku síðani, nærri mánadagin eftir norðoyarstevnu. Farið varð vestur í hav í íslendskan sjógv at royna, og sigast má, at fiskiskapurin hevur roynst bara heilt væl. Vit royna 90 fjóðringar úr Eysturlandinum og einar 110 fjóðringar úr Kallinum. Vit hava ligið í sama øki, síðani komið varð á fiskileið fyri júst eini viku síðani, og vit hava fingið 300 tons av frystum surimi í lastina, – og tað er góður fongur eftir so stuttari tíð. Veðrið hevur verið gott higartil.

Nógv nýtt fólk
Summartíðina eru ofta nógv nýtt fólk við Nærabergi, og hetta summarið er einki undantak í so máta. Tað vóru nógv, ið mynstraðu av eftir seinastasta túr, og nýtt fólk kom umborð. Við eru 80 fólk úr øllum landinum.

Annar kokkur
Hendan túrin eri eg mynstraður sum annar kokkur á náttarvakt, og saman við mær havi eg ein skilagóðan gerðamann, Absalon í Gerðum, sum fjóðri kokkur. Absalon hevur verið kokkur umborð á Ennibergi í fleiri ár, og hevur havt áhuga fyri matgerð frá ungum árum. Hann er ein fyrimyndarligur bakari, og tað er næstan ikki løtan, har hann ikki hevur mjøl á fingrunum.
Í galluni er eisini ein annar kenningur úr Klaksvík, Finn Stampe. Hann rokast um dagin saman við hovmeistararnum Mai Britt úr Saksun. Tey rigga bara heilt væl saman. Við undirritað og Stampe í Gallunni verður mangan spurt nær Trølla Omman man fara at mynstra við Nærabergi.
Annars haldi eg at hetta er tann túrurin, har eg havi møtt flest klaksvíkingum umborð – vit munnu vera eini 10 í tali.

Lion skipari
Eins og vanligt er annan hvønn túr, so er tað Lion Petersen, ið er skipari hendan túrin. Stýrimenn eru Heri Hendrikssen og Jógvan á Lakjuni. Inni í einum kamari fann eg ikki færri enn fýra Klaksvíkingar eitt kvøldið, ið sótu og hugnaðu sær. Teir vóru Magnus Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni, Antinis Olsen og Kristian Andreassen.

Gjørdi lagkøku til unnustuna
Í morgun kl. 05.00 kom Jákup Michaelsen í galluna. Ørindini vóru at gera eina lagkøku til unnustuna, Kristinu úr Vestmanna, ið fyllir 18 ár í dag, og tað var ein stoltur Jákup í fór at purra gentuna við køku í hond.
Eg viðfesti nakrar myndir, eins og vanligt, og tit eru vælkomin at senda eina heilsan til onkran umborð, ið eg beri víðari. Samskiftismøguleikarnir her av leiðini eru ikki góðir. Vit hava bert satelitt samband, og tað er hundadýrt at brúka, so tað er ein orsøk til, at fólk ikki ringir so ofta heim.

Alt tað besta higani.
Jógvan Eliasen
jegvan@næraberg.jfk.fo