Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Isaksen hevur onga avgerð tikið

Jákup Ósá

EB/Streymur sigst hava verið uppá tal, men Jógvan Isaksen sigur, at hann í løtuni onga avgerð hevur tikið, hvar og um hann spælir fótbólt á hægsta stigi í ár. Eisini aðrir ungir klaksvíkingar hava vant við øðrum liðum í januar.

24 ára gamli verjuleikarin Jógvan Isaksen er hóast sín unga aldur ein av meira royndu leikarunum í føroyskum fótbólti. 108 dystir hevur hann leikt í bestu deildini,har hann fram til og við kappingarárið 2013 spældi við KÍ. Í 2014 spældi hann fyrst við AB, áðrenn hann skifti til ÍF í summarsteðginum. Men ein álvarasamur skaði gjørdi, at hann bara spældi fýra dystir í ÍF. Nú er Jógvan frískur aftur, men sjálvur sigur leikarin, at hann onga avgerð hevur tikið um framtíðina.

– Eg havi onkur tilboð, men enn havi eg ikki tikið avgerð um, hvar eg spæli og um eg spæli á hægsta stigi, sigur Jógvan Isaksen, sum ikki ynskir at gera viðmerkingar til søgurnar um, at hann og EB/Streymur hava tosað saman. Jógvan flutti í fjør til Tórshavnar at búgva.