Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Isaksen

(Hannefía Joensen)

Sætta krimisøgan um Hannis Martinsson.

Løgmaður í skyggjandi svørtum regnfrakka og líka so blonkum, svørtum sydvesti stóð týðuliga fast upp á at fara upp í lyftuna. Løtu seinni flutti lyftan seg yvir ímóti trænum, og løgmaður trein upp í hana. Fíggjarmálaráðharrin fór aftan á løgmanni og tók í økslina á henni. Elin Høgfjall skakaði hondina av sær, snaraði sær á og steig saman í botninum á lyftukurvini.

Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaru Vág. Hannis Martinsson arbeiðir aftur á Blaðnum og fer undir at kanna, um tað er nakar samanhangur, og um illvilji ímóti samkyndum hevur nakran leiklut.

Jógvan Isaksen: Norðlýsi. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 290 bls. kr. 280.