Í døgunum 21. til 25. apríl hevur Jógvan Kristiansson Glerfoss listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er fimta persónliga framsýning hjá Jógvani.
Fólk og skapningar í ymsum hami eru snúningsásin á framsýningini, ið telur áleið 25 abstraktar og litfagrar málningar.
Fernisering verður fríggjadagin 21. apríl frá kl. 16 til 19.
UPPLATINGARTÍÐIR
Fríggjadagin 21. apríl: Kl. 16.00-19.00
Leygardagin 22. apríl: Kl. 14.00-18.00
Sunnudagin 23. apríl: Kl. 14.00-18.00
Mánadagin 24. apríl: Kl. 15.00-18.00
Týsdagin 25. apríl: Kl. 14.00-18.00















