Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jógvan koyrir heim til jóla

Jóhann Lützen

Okkara egni Jógvan hevur verið í upptøkuhølunum og givið eitt jólalag út

Lagið er á Íslendskum og kallast Dríf mig heim um jólin, og er talan um eitt coverlag. Chris Rea eigur kenda lagið, sum kallast Driving home for Christmas. Týtt til Íslendskt hevur Kristján Hreinsson.

– Eg havi bara altíð vilja givið eitt jólalag út. Hetta er eitt av teimum sum eg havi lurta nógv eftir gjøgnum tíðina og hugsað at gera eina Íslenska útgávu av tí, greiður Jógvan frá.

– Allar upptøkur eru gjørdar í Íslandi uttan vokalurin. Har var eg so heppin at fáa Erik Biskupstøð í Klaksvík at stjórna og taka upp, tá eg var heima síðst. Vónandi taka fólk væl ímóti lagnum, sigur Jógvan at enda.