Eg havi sitið níggju ár í býráðnum og eg meti at tíðin hjá mær var komin til at finna hurðina tá eg enn var førur fyri sjálvur at finna hana, sigur Jógvan Lützen
Nú listin hjá Fólkaflokkinum er liðugur er greitt at Jógvan Lützen ikki stillar upp til býráði.
– Eg havi sitið nýggju ár í býráðnum og metti at tíðin var komin hjá mær at trekkja meg og harvið geva pláss fyri yngri kreftum.
– Tað er altíð betur at gevast tá ein sjálvur er førur fyri at finna hurðina, og tíðirnar eru so nógv broyttar at eg eisini meti at ungdómurin eigur at sleppa fram at.
Nógv at gleðast um
Spurdur um tíðina í býráðnum, sigur Jógvan at hann kann gleðast um at hava verið við til at loyst nøkur mál.
– Eg eri sera fegin um tey tingini sum vit fingu av skafti meðan eg var formaður í mentunnar- og sosialu nevnd.
– Vit settu fokus á Barnaansingina og fingu sett ferð á at loysa tann trupuleikan. Eisini settu vit ferð á umvælingarnar av skúlunum umframt at Bókasavnið og ítróttarøkið fingu stórar ábøtur.
– Persónliga eri eg sera fegin um at vit játtaðu pening til at gera Grøvina til tað fríøkið sum vit kenna í dag og kunnu fegnast um.
Spurdur um tað er nakað sum hann beinleiðis er keddur um, sigur Jógvan at tað er ov lítið gjørt fyri ungdómin í býnum.
– Ungdómurin sum ikki er í ítróttarfeløgum hevur ikki fingið tær sømdir sum teimum er uppiborið. Harafturat er eingin ivi um at býráði hevur forsømt vinnuna í býnum, sum í dag als ikki hevur nøktandi karmar at virka undir.




