Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Martin neyvan venjari komandi ár

Jákup Ósá

– Í løtuni er nógv sum bendur á, at eg ikki verið venjari nakrastaðni komandi ár, men tað er tó ov tíðliga at siga nakað við vissu fyrr enn kappingin er av.

Jógvan Martin Olsen hevur í ár saman við Øssi Hansen verið høvuðsvenjari hjá B68. Men í løtuni bendir nógv á, at Jógvan Martin ikki heldur fram.

– Fyri fyrstu ferð nakrantíð havi eg ikki fingið nakran fyrispurning frá nøkrum felagi til komandi kappingarár. Mín sáttmáli við B68 gongur út eftir hetta kappingarárið og í løtuni bendur nógv á, at eg ikki haldi fram. Men tó er einki vist. M.a. spælir tað inn, um B68 verður í bestu ella næstbestu deildini og um, hvat B68 vil framyvir. Vit eru ikki komin hartil at viðgera og eftirmeta árið, men tað vænti eg at vit gera, tá kappingin er liðug, sigur Jógvan Martin Olsen.

Seinni hava vit viðmerkingar frá B68 venjaranum í sambandi við dystin millum B68 og KÍ á Svangaskarði í morgin.