Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Norðbúð farin

John William Joensen

Ein av kendastu profilunum í føroyskum fótbólti, Jógvan Norðbúð, andaðist sunnumorgunin 58 ára gamal.

Hetta var at lesa á KÍ heimasíðuni sunnudagin:

Jógvan Norðbúð var sonur Eskild og Poulinu Norðbúð, og var í nøkur ár ein av fremstu leikarunum hjá KÍ. Hetta tíðarskeiði var hann eisini ein hollur stuðul í ungdómsarbeiðinum hjá KÍ.
Hann er tó uttan iva best kendur sum venjari og í hesum gerninginum leiddi hann m.a. HB og B68 til meistaraheitir umframt at hann eitt skifti var knýttur at landsliðnum.
Vit kunnu eisini nevna, at Jógvan Norðbúð hevur teknað búðmerki sum Klaksvíkar Ítróttarfelag brúkar enn í dag.
Seinastu tíðina var Jógvan plágaður av sjúku og í morgun orkaði KÍ hetjan ikki longur, men er nú heima hjá Harranum.

Vit vilja við hesum lýsa frið yvir Jógvan Norðbúð.
Harrin verið við tær Elin og tykkum sum sita eftir.

Mintust venjaran
Undan dystinum millum KÍ og HB sunnudagin var minningarløta fyri Jógvani.
Merkið var á hálvari stong við vøllin, og formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Torleif Sigurðsson, segði nøkur orð til minnis um Jógvan. 


Kelda: www.ki-klaksvik.fo

Harleyfacadeacryl