Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Ósá nýggjur bygimálsviðgeri í Eysturkommunu

Jóhann Lützen

Eysturkommuna hevur sett 32 ára gamla klaksvíkingin Jógvan Ósá í starv sum byggimálsviðgeri í teknisku deild

Eysturkommuna hevur sett 32 ára gamla klaksvíkingin Jógvan Ósá í starv sum byggimálsviðgeri í teknisku deild

Jógvan er útbúgvin byggifrøðingur við kandidat innan leiðslu og informatikk. Hann er eisini útlærdur timburmaður, og flutti heim úr Danmark eftir lokna útbúgving í summar.

Arbeiðsbyrðan hjá teknisku nevnd er vaksin, síðan landið hevur lagt fleiri økir út til kommunurnar at umsita. Tí var tørvur á at seta ein byggimálsviðgera.

Uppgávurnar innibera viðgerð og avgreiðslu av innkomnum málum á tekniska økinum, verkætlanir, samskifti við borgarar og myndugleikar, skráseting o.a.

Harleyfacadeacryl