Harður orðadráttur er millum Jørn Astrup Hansen og Jógvan Páll Lassen um skattamálið hjá Eik banka.
Í gjár skrivaði Astrup eina viðmerking til Jógvan Páll Lassen, men nú svarar advokaturin aftur:
“Astrup manipulerar aftur, tí Finansiel Stabilitet hevur ikki stilla garanti fyri nýggja Eik, men fyri gamla Eik, og tapið er sambært roknskapinum í nýggja Eik, sum Astrup sjálvur hevur skriva undir. Um Finansiel Stabilitet hevur fingið endurgjald fyri garantiin sum teir stillaðu fyri gamla Eik, meðan tapið er staðfest í nýggja Eik, so byrji eg at skilja at Astrup hevur eitt forklaringsproblem yvirfyri FS,” skrivar Jógvan Páll Lassen.




