Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Purkhús myndaframsýning í Klaksvík

John William Joensen

Leygardagin 3. apríl kl. 15 letur upp forvitnislig myndaframsýning í deildini hjá Føroya Banka úti í Klaksvík. Tað eru Jógvan Purkhús, Hans Hansen, Páll Purkhús, Jóngerð Purkhús og Jakob Jóhannsson (Purkhús) fara at sýna fram myndir

Tað er klaksvíkingurin búðsitandi í Íslandi, Jógvan Purkhús, sum hevur flestu málningarnar á framsýningini
Í skránni fyri listaframsýningina stendur soleiðis skrivað:
 
“Hvaðani kemur hugurin til at taka blýant ella pensil í hond?
Mann tað ikki vera vakurleikin sjálvur, alt tað fagra sum gleðir eygað? Fjølbroytt dagslýsi, birtan frá morgninum av, til at roðar so gylt við havsins brún. Glampið og skuggar, spegilsmyndir, litir og snið, ella rákið í luftini.
Røktingarmaðurin í haganum sær líðir og gjáir, gil og hamrar. Hann sær skriður og hyljar og grøn ból.
Útróðrarmaðurin eygleiðir úr bátinum hvussu náttúran frøðist aftan á óveðurstíð. Á sjógvi og á landi síggjast tekin sum hava árin á sjón kenslur, hugburð og barnaminnir.
Menniskjans útsjónd er sera áhugaverd. Mangt er tað sum skínur út úr andlitinum. Gleði ella sorg, mildi ella myndugleiki, skemt ella álvara. Smíl og frískleiki, ella rukkur og møði.
Tá ið eg sum smádrongur sá myndir eftir Hans Hansen og Fridjolf Joensen, vaktu tær hugin og ansin hjá mær. Teir vóru so gløggir og nærlandir í sínum arbeiði. Tað vakti hjá mær ein longsul eftir at skapa nakað og at eiga slíka hegnishond sum teir attu.
 
Jógvan Purkhús”
 
Framsýningin letur upp leygardagin 3. apríl kl. 15.
 

Harleyfacadeacryl