Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund og nýggja nevndin skipaði seg við Jógvani Ravnsfjall, sum formanni.
Norðoya Tjóðveldisfelag hevði aðalfund 2. mars, har Kristian Bjarnaskor og Jógvan Ravnsfjall stóðu fyri vali.
Báðir vórðu afturvaldir í nevndina, og sum eykalimir vórðu valdar Signy Hansen og Nikolina Olsen.
Nevndin hevur skipað seg við Jógvani Ravnsfjall sum formanni, Fríðriki Sivertsen sum næstformanni, Ninni Olsen sum skrivara, Jóan Paula Jacobsen sum kassameistara og Kristiani Bjarnaskor sum nevndarlimi.




