Mikudagin lá fyrrv. Ågot ella Jógvan S, sum skipið eitur nú, á Kósini og tók
ís og kassar.
Nógvur aktivitetur var við Vánna í Klaksvík mikudagin. Tað var týðuligt, at menn væntaðu verkfall og tí ráddi um hjá skipunum at fáa tað útgerð umborð, sum hendur kundu fáast á.
Nógv umrøddi Jógvan S lá eisini á Kósini og gjørdi klárt at fara til fiskiskap.
Síðani skipið varð keypt frá norskum felag, hevur tað fingið stórar umvælingar og er málað um. Sigast má, at Jógvan S var sera snotuligur á at líta, nú menn løgdu seinastu hond á verkið, áðrenn skipið fer á fyrsta túrin undir nýggju eigarunum.
Sum skilst, so rokna teir á Jógvan S við at kunna fara til fiskiskap fyrst í komandi viku.




