Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jógvan Skorheim er nýggjur í KÍ-starvsnevndini

Jákup Ósá

KÍ hevði í kvøld aðalfund, har tvey fólk løgdust afturat KÍ-starvsnevndini, sum nú telir níggju fólk ímun til sjey fólk, sum tað hevur verið síðstu árini.

Á aðalfundinum blivu viðtøkurnar samtyktar, so starvsnevndin kann telja níggju starvsnevndarlimir. Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim blivu nývald í stavsnevndina. Roknskapurin vísti eitt hall á 1,9 millión fyri 2024.

 

Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:

Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Fíggjarstjóri: Hilmar Danielsen
Samskipari fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Samskipari av KÍ Akademi: Eyðstein Poulsen
Søla og mrknaðarføring: Rói Clementsen
Samskifti og sosialir miðlar: Sølvá J. Joensen

Starvsnevndarlimur: Olanta Norðbúð

Starvsnevndarlimur: Jógvan Skorheim