Borgarstjórin í Klaksvík fegnast um, at kostnaðurin at koyra í undirsjóðartunnlunum aftur verður lækkaður.
Borgarstjórin í Klaksvík fegnast um, at kostnaðurin at koyra í undirsjóðartunnlunum aftur verður lækkaður.
– Tað er av stórum týdningi fyri menning og trivnað í okkara økið, at ferðakostnaðurin er so lágur sum gjørligt. At tunnilsfeløgini seta kostnaðin niður kemur øllum okkara borgarum til góðar.
Serliga frøðist eg um, at gjaldið fyri stór akfør, sum vinnan jú er stórur brúkari av, verður niðursett so nógv. Hetta kann betra kappingarføri hjá okkara stóru vinnufyritøkum, ið harvið kunnu menna og skapað enn fleiri arbeiðspláss.




