Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Skorheim fer ikki í Landsstýrið

John William Joensen

– Eg var ímóti at niðurleggja Landsbankan, men tá tað kom til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum varð eg noyddur at atkvøða fyri og soleiðis hava tað verið fleiri mál sum eru framd sum eg havi mótmælt á fundum við Landsstýrið og samgongu.

Eg var ímóti at niðurleggja Landsbankan, men tá tað kom til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum varð eg noyddur at atkvøða fyri og soleiðis hava tað verið fleiri mál sum eru framd sum eg havi mótmælt á fundum við Landsstýrið og samgongu.

Nógv spekulatión er um borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, skal út í tinganes ístaðin fyri Kára P. Højgaard, men sjálvur heldur borgarstjórin at fyrst skal Sjálvstýrisflokkurin gera upp við seg sjálvan um hann ynskir at verða partur av samgonguni.

– Tað kemur ikki uppá tal at niðurleggja starvið sum borgarstjóri, tí her hendir so nógv spennandi sum eg ynski at verða partur av.

– Tað sum er meira áhugavert er at eg haldi at vit í flokkinum nú eiga at gera upp við okkum sjálvi um vit framhaldandi ynskja at verða partar av samgonguni, tí tað skerst ikki burtur at tað eru mál framd sum eg persónliga havið verið harliga ímóti men sum eg bleiv trýstur til at atkvøða fyri – ella var eg tveittur úr samgonguni.