Í gjár kallaði Sjálvstýrisflokkurin inn til tíðindafund í morgun klokkan hálvgum tíggju, tí flokkurin hevði tikið ”týðandi avgerðir í samband við at tað er valár í ár”.
Orsøkin var sum sagt, at Jógvan Skorheim hevur játta seg til formann í flokkinum. Sum skilst, so hevur Kári P. Højgaard sjálvur gingið á Jógvan Skorheim, um at fáa hann til formann í flokkinum og at stilla upp til valið, sum nú stendur fyri.
Jógvan Skorheim hevur játta, og nú skal hann so veljast á flokstingi.
Áður hevur Jógvan Skorheim sagt, at hann fór undir ongum umstøðum at stilla upp til valið nú, tí hann ætlaði at halga seg til arbeiðið, sum borgarstjóri í Klaksvík, tí her vóru nógvar spennandi uppgávur fyri framman.
Nógv hevur verið gitt um hvar Jógvan Skorheim fór at fara á síni politisku leið nú hann ikki vildi stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Sjálvur sigur hann, at hann hevur fingið fleiri áheitanir frá politiskum flokkum at stilla upp.
Men nú Sjálvstýrisflokkurin í veruleikanum hevur lagt seg flatan fyri honum, hevur hann avgjørt at taka av.
Tað eru 10 ár síðani at Jógvan Skorheim fór uppí politikk, so sigast má, at vegurin hevur verið stuttur til borgmeistarasessin í fyrstu atløgu og so til formann í flokkinum, hann stillaði upp fyri. Sum formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, so fer Jógvan Skorheim altso at stilla upp til komandi løgtingsval. Sum skilst so er alt gjørt innanflokka í sátt og semju og eisini skilst, at Kári P. Højgaard eisini fer at stilla upp saman við Jógvani og øðrum. Sjálvstýrisflokkurin heldur seg hava gjørt eitt stórt stig fram á leiðini í løgtingið eftir komandi val og tað eru tey, ið vænta, at flokkurin í minsta lagið fer at fáa tveir tinglimir. Men tað fer tíðin at vísa.
Norðlýsið ynskir Jógvani Skorheim góðan byr framyvir.




