Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Skorheim: Hetta er ein gyltur møguleiki.

Helgi Abrahamsen

”Hetta er eitt eldfimt evni, og tað hevur eisini merkt orðaskiftið hesaferð, men hetta er eisini í nógvar mátar eitt framskygt uppskot.”

”Hetta er eitt eldfimt evni, og tað hevur eisini merkt orðaskiftið hesaferð, men hetta er eisini í nógvar mátar eitt framskygt uppskot.” Tað segði Jógvan Skorheim, framsøgumaður fyri Sjálvstýri, í sambandi við aðalorðaskiftið um Sjúkrahúsverkið á løgtingi í dag. Framsøgumaðurin rósti landsstýriskvinnuni fyri at hava lurta eftir ráðum frá øðrum í sambandi við hetta málið.

Jógvan Skorheim fegnaðist um, at akuttmóttøkan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður varðveitt, tí tað er neyðugt at hava á einum sjúkrahúsi. Hann fegnaðist eisini um aðrar tænastur, sum verða varðveittar og mentar.

”Men landsstýriskvinnan má greitt siga frá, hvat nýggi leiðslubygnaðurin inniber,” segði Jógvan Skorheim.

”Er talan um, at verandi stjórar skulu hava ræðisrætt, ella verður talan um persónar við stjóraheiti, men ongum rætti? Um teir skulu hava ræðisrætt, hvørja heimild hevur so tann nýggi stjórin?” spurdi hann.

Jógvan Skorheim vísti á, at vit hava longu eina organisatión í dag, har landsstýriskvinnan er ovasti myndugleiki.