Jógvan Skorheim er í løtuni virkandi borgarstjóri, meðan Gunvá við Keldu er í summarfrí.
Jógvan Skorheim er 27 ára gamal. Hann er valdur í býráðið fyri Sjálvstýrisflokkin, og er hetta fyrsta seta hansara. Hann er formaður í mentanarnevndini, næstformaður í fíggjarnevndini og limur í teknisku nevnd. Hann er eisini nevndarlimur í IRF og Ferðavinnunevndini í Norðoyggjum.
Til dagligt eigur og rekur Jógvan fyritøkuna Undri, ið er ein heilsøla.
Jógvan er virkandi borgarstjóri allan juli mánaða.
kelda: www.klaksvik.fo




