Longu í oktobermánaða í fjør, tá Jógvan við Keldu avgjørdi ikki at stillað upp til løgtingið, var samstundis greitt at hann eisini var liðugur við býráðspolitikk.
– Eg eri spurdur av Fólkaflokkinum um at stilla upp til komandi býráðsval – men eg havi givið boð um at eg takkið fyri!
– Tá eg tók avgerðina um ikki at stilla uppaftur til løgtingið var tíðin komin til at leggja frá mær á politiska leik- og stríðsvøllinum.
– Eg havi valt at fara aftur í handilslívið við felagnum MERCANT og SAM-HEADHUNTING, eitt gott útlendskt netverk, ið eg steðgaði við áðrenn eg fór í landsstýrið, og arbeiði fyri ymiskar fyritøkur – baði innlendis og uttanlanda.
– Tað er stuttligt at hava heilsuna – tá ein er komin í mín aldur (64 ár) og ein kann gleða seg um at hava nóg mikið at gera – umframt at hava nógv frítíðarítriv – innan skriving, tónleik og ikki minst gongutúrar í náttúruni.
– Tað hevur verið eitt sera áhugavert lív, eg havi havt síðani eg fyrstuferð varð valdur á politiska víðvøllin fyri 37 árum síðani.
– Sum borgarstjóri, løgtingsmaður, limur í Norðurlandaráðnum og sum landsstýrismaður, fekk eg loyvi til at taka lut í einum spennandi og pulserandi lívið.
– Nú er tíðin komin hjá øðrum, yngri, evnaríkum og harvið sterkum kreftum at koma framat.




