Fríggjadagin 30. januar verður Jógvan við Keldu, Klaksvík 60 ár.
30. januar fyllir góði vinmaður mín, Jógvan við Keldu, seksti ár. Vit hava kenst frá heilt ungum av, og komu eisini at arbeiða saman á skrivstovuni hjá P/F J. F. Kjølbro í nøkur ár. Hann slóð seg tó ikki til tols við at halda áfram við bert at arbeiða fyri onnur, men stílaði eftir at fara undir egið virki ella fyritøku. Hetta fór hann eisini undir á ungum aldri við góðum móti og stórum hegni og áræði og byrjaði við at umboða fleiri útlendskar fyritøkur, sum m.a. seldu skrivstovu- og handilsinnbúgv. Væl varð hann móttikin kring oyggjarnar, og vørurnar vóru væl umtóktar. Seinni fór hann so eisini undir heilsøluvirksemi við matvørum og kolonialvørum og hevði í mong ár fleiri fólk í arbeiði. Eitt skifti seldi hann eisini bæði persónbilar og lastbilar.
Saman við øðrum framtakshugaðum monnum í Klaksvík var hann eisini við til at fyrireika og fremja tær fyrstu sølustevnurnar her í býnum. so sigast kann, at hann hevur longu frá ungum av verið virkin og havt slóðbrótandi evnir og hevur gingið á odda við at royna nakað nýtt, býi okkara, landi og fólki at gagni. Kommunalpolitikkur og landspolitikkur hevur eisini frá ungum av havt hansara stóra áhuga, og hevur hann sitið í býráðnum í fimm setur tilsamans. 16 ár hevur hann verið borgarstjóri okkara, og eg haldi ikki, at eg taki ov dýran til, táið eg sigið, at hann uttan iva man vera tann borgarstjóri, sum hevur megnað at umboða bý okkara eina best bæði innanlands eins væl og uttanlands. Og ikki at gloyma, at tað var hann, sum fyri 20 árum síðani kom við hesum slóðbrótandi hugskotinum at gera undirsjóvartunnil undir Lorvíksfjørð, og hesa ætlan helt hann eisini fast um, sjálvt um mong róku hann á spott fyri hetta "øra projektið", sum tikið varð til. Tvey valskeið hevur hann sitið á Føroya Løgtingi og umboðað Fólkaflokkin, harhann hevur verið ein litríkur politikari.
Innan mentunarlívið og tónaleikalívið hevur hann eisini gingið á odda, og saman við øðrum góðum kreftum fekk hann sett á stovn Klaksvíkar Musikkskúla, sum hevur havt ein ómetaliga stóran týdning og uppælt eina mongd av tónleikarum upp ígjøgnum tíðirnar.
Innan samkomuna í Betesda, ið hevur verið andaliga heim hansara frá barnsbeini av, hevur hann ígjøgnum 50 ár havt ein sera týðandi og virknan leiklut, har hann sum heilt ungur byrjaði at spæla uppá urgu í sunnudagsskúlanum. Síðani mentist hetta bara við tíðini, til hann byrjaði at hjálpa til við at taka sær av sangkórinum, sum hann nú hevur verið leiðari av í umleið 40 ár. í øll hesi mongu ár hevur hann verið fastur urguspælari í Betesda.
Aftanfyri ein úrmæling stendur altíð ein góð kona. Hann fann Betty úti á Toftum, meðan hann arbeiddi í eini fyritøku í Runavík. Hon er úr góðum bergi brotin, og hevur verið manni sínum ein dyggur stuðul ígjøgnum lívið.
Góði Jógvan! – Judith og eg ynskja tær hjartaliga tillukku á 60 ára føðingardegnum og mong góð ár framyvir við Harrans ríku signing við tøkk fyri gott vinarlag í hálvthundrað ár.
Mikkjal á Bergi.




