Eitt hugnaligt heim var tað at vitja hjá Giggu og Theodor, eins og tað er hjá Betty og Jógvan í dag; blíðskapur, hugfarsligt prát og vinaligt skemt, sangur og tónleikur, og sum eisini hevur merkt børn teirra: Gunnvu, Pætur og Tóru.
Eitt hugnaligt heim var tað at vitja hjá Giggu og Theodor, eins og tað er hjá Betty og Jógvan í dag; blíðskapur, hugfarsligt prát og vinaligt skemt, sangur og tónleikur, og sum eisini hevur merkt børn teirra: Gunnvu, Pætur og Tóru.
Theodor (1914-1986) var musikalskur, taktfastur og fáorðaður álitismaður. Onkur nevndi um bil, at roknskapur kundi førast upp á fleiri mátar. Tá læt í Theodor: “ Nei, tað er bara ein máti, og tað er at føra tað rætt” (!). Hann var ikki komin til tey fjøruti, táið tann darvandi sjúkan gjørdi vart við seg, soleiðis at hann í góðum árum seigan mátti gevast sum kórleiðari og orgulspælari. Men arbeiðshugurin og tolni verumáti hansara var tann sami – bæði í orði og talu – fyri lívið.
Tey fingu børnini: Regin, Jógvan og Áslu. Mamma teirra, Gigga (1913-), var sera væl hýrd, blíð og skemtingarsom. “Og betri kaffi fekst tú ikki í bygdini” plagdi Dánjal hjá Victor at siga, sum búði hjá teimum eitt skifti.
Tað má vera lagnunnar speisemi, at Jógvan sum føddur “klakk’sjingir og lokalir” um ein háls, at navn hansara als ikki finst í Klaksvíkar søgu hjá tí annars so søgufróða Símuni J. Hansen. Hvar ið mamman hevur sínar røtur frá, hómast tó ein farri av í Fugloyar søgu.
Jógvan er lívligur og stundisligur maður og kann saktans geva “greið beskeð”; men hann er skjótur eftir seg. Og so hevur hann eitt afturat, sum ikki allir politikarar hava í ovurmát – um tú ert samdur um mál ella ikki – tað hevur altíð borið til at koma á tal við hann.
Um hansara virkna kommunu- og landspolitiska lív ber til at lesa um og frá í bløðunum, og serstakliga í “Norðlýsinum”, sjálvandi, men hetta kunnu onnur betri døma um, so tað lata vit bara fara á hesum sinni, tí í politikki –? Ja, tá kemur tú at kenna nógv fólk – og ofta upp á ein annan máta; men vinir, vælsignað, teir finnur tú ikki har – og als ikki innanfloks. Og soleiðis er tað bara.
Annars er Jógvan skemtari. Eg ynskti honum til lukku við at dóttirin var vorðin býráðsformaður. Jú, hann takkaði, men helt so fyri, at hon hevði nú tann fyrimun, at hon altíð kann spyrja pápa sín um: “ Hvussu mann ikki skal gera (!)”.
_ _ _
Sagt verður (S.K.) at: “Lívið skal livast frameftir, men forstandast aftureftir.” Og hvør dugir at meta um hetta? Eins og mangt vakurt og gott er at gleðast um í lívinum. Men dugir nakar tað til fulnar?
_ _ _
Jógvan hevur, umframt kórleiðari um hálva øld, við “Seytjan sangarum” sínum kveikt lív í mangar sangir og løg, sum skapt eru av norðoyingum.
Meg minnist, at Árni Absalonsen ( Árni hjá Steffani) einaferð spurdi Christian Matras í útvarpssamrøðu: Um tað nú ikki var ein yrking í hansara hendinga lívsavriki, sum Christian sjálvur var serliga væl nøgdur við? Og tað eyðkenda inntonkta aftursvarið frá viðareiðis-skaldinum var nakað soleiðis: “Jú, tað er ein regla, sum eg eri nokkso góður við, og tað er –“ (haldi eg tað var): “Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið –“.
Ja, tað kundi fyri tann skuld verið aðrar reglur og ørindi við, so sum: Ein varligur dráttur í tara, ein meldur av ljódligum íðum o.s.fr., – hesar mongu glitrandi hugbirtingar skaldsins í sama duri.
Um til ber at draga ein parallell her? – ja, so hevur tað eydnast Jógvani sum ungur at uppliva nakað tað sama sum Christian. Tí til ódeyðilig bønina “A little while” hjá Jane Fox Crewdson (1808-63), Gfs. nr. 801, hevur Jógvan evnað til eitt lag, sum bara snøgt sagt smeltar saman við tekstin hjá meistaratýðaranum Victor Danielsen (1894-1961), honum sum í flestu førum eydnaðist at gera týðingina enn betri enn upprunateksturin var.
Oh, for the peace that floweth as a river,
Making life’s desert places bloom and smile;
Oh, for the faith to graspHeav’n’s bright forever,
Amid the shadows of earth’s little while.
Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur,
ger lívsins oyðimørk til urtagarð,
ta trúgv, ið stendur, tá ið broytast tíðir,
og alt sum leyv um heystið skakað varð!
_ _ _ _
So stutta stund mítt lívsljós enn skal lýsa –
Gud, lat tað lýsa fyri teg ta stund!
Og unn mær besta vitnisburðin vísa,
tann dag tú stevnir mær við teg á fund!
Hetta mjúka og melodiskt einfalda lagið hjá Jógvani stendur als einki aftanfyri hitt kenda lagið hjá Ira D. Sankey. Og tað sigur ikki so lítið.
So, heldur tú, Jógvan – sum vit onnur almindiligu ofta bera kensluna av, at ymist strev og áræði til tíðir royndist meiri misjavnt – so er her nakað, sum tú nú kanst gleðast um, og sum tú m.a. hevur glett onnur við gjøgnum árini. Og takk fyri tað.
Arnstein Niclasen
22.02.14




