Í dag mikudagin 30. januar, fyllir Jógvan við Keldu 75 ár. Jógvan er klaksvíkingur við stórum K, og hann er framvegis aktivur partur av tónleikalívinum í býnum.
Í samband við stóra dagin hevur fødselárurin skipað fyri serstakari sangløtu í Betesda í kvøld kl. 19:30, har Ebenezerkórið, Betesdakórið og 17 Sangarar fara at syngja.
Kórini koma at syngja nakrar sangir hvør sær. Síðani syngja kórini tríggjar sangir saman. Samlaða kórið verður tá mannað við umleið stórthundrað sangarum.
Fleiri felagssangir eru eisini á skránni.
Jógvan við Keldu fer at hava ein stuttan boðskap undir heitinum “Samkoman í Betesda og trúboðan”. Í hesum sambandi verða nakrar fáar myndir vístar.
Eftir sangløtuna, sum varðar umleið ein tíma, verður samvera við einum drekkamunni.
Norðlýsið ynskir Jógvani við Keldu hjartaliga tillukku við degnum.




