Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu á Mentanarnátt í Odense

John William Joensen

Í kvøld verður mentunarnátt í Odense, har ikki færri enn 50 tiltøk eru á skránni innan sjónleik, tónleik, ítrótt, málningaframsýningar og annað mangt.

Á skránni er eisini ein fyrilestur um føroyskan politikk, sum Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík og núverandi løgtingsmaður skal halda.
Tað er Norrønafelagið, Føroyingafelagið og Íslandsfelagið, sum hava heitt á Jógvan við Keldu um hann kann greiða nakað frá nútíðarpolitikki í Føroyum, fiskivinnuni og útviklinginum innan fiskaaling og hvussu føroyingar ídag meta um eitt møguligt oljuævintýr.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Jógvan við Keldu er biðin sum fyrilestrarhaldari, t.d. í Íslandi hevur hann hildið fyrilestur og hetta er á triðja sinni at hann heldur fyrilestur í Odense um føroysk viðurskifti.